1. JEHOVA SIGUR OKKUM, HVUSSU FRAMTÍÐIN VERÐUR

„Frá upphavi kunngeri [eg] endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent.“ – Esaias 46:10

Hvat vita vit um endans tíð?

  • Dániel 7:13, 14

    Jesus gjørdist kongur í himli í 1914.

  • Matteus 24:3-14

    Jesus boðaði frá, at torførar tíðir skuldu koma.

  • Opinberingin 12:7-9, 12

    Stutt eftir at Jesus varð blivin kongur, blakaði hann Satan út úr himli og niður á jørðina. Satan er í øðini, tí „tíðin, hann hevur,“ áðrenn Gud fer at beina fyri honum, „er so stutt“.

2. VIT LIVA Á ENDANS TÍÐ

„Hvat er tekinið fyri, at ... endi er á tíðini?“ – Matteus 24:3

Hevur tú lagt til merkis, at tað, sum Bíblian boðar frá um okkara tíð, hendir nú?

  • Matteus 24:7; Lukas 21:11

    Kríggj, hungursneyð, jarðskjálvtar og sjúkur herja sum ongantíð áður.

  • 2. Timoteusarbræv 3:1-5

    Paulus ápostul greiddi frá, hvussu fólk fóru at vera á síðstu døgum.

  • Dániel 12:4

    Gud hjálpir sínum fólki at skilja Bíbliuna betur enn nakrantíð áður.

  • Matteus 24:14

    Tey góðu tíðindini um Guds ríki verða boðað um allan heimin.

3. VÍS, AT TÚ VILT GLEÐA JEHOVA

„Dagur Harrans kemur sum tjóvur á nátt.“ – 1. Tessalonikabræv 5:2

Hvat mást tú gera, nú tá ið endin er so nær?