Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

8. Hvat er Guds ríki?

8. Hvat er Guds ríki?

1. GUDS RÍKI ER EIN VERULIG STJÓRN

„Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ – Matteus 6:9-13

Hvat er Guds ríki?

  • Opinberingin 11:15

    Guds ríki er ein stjórn, sum fer at stjórna jørðini úr himli.

  • 1. Timoteusarbræv 6:15

    Jesus er kongurin í Guds ríki.

  • Opinberingin 14:1, 4

    144.000 menniskju skulu stjórna saman við Jesusi úr himli.

  • Hebrearabrævið 4:15; 5:8

    Jesus og tey 144.000 skilja, hvussu vit hava tað, og hvørjar trupulleikar vit hava at stríðast við.

2. JESUS VERÐUR BESTI STJÓRNARIN

„Hann skal við rættvísi døma tey, ið lítið hava at týða.“ – Esaias 11:4

Hví er Jesus tann besti at vera kongur í Guds ríki?

  • 1. Timoteusarbræv 6:16

    Allir stjórnarleiðarar á jørðini doyggja fyrr ella seinni, men Jesus fer ongantíð at doyggja. Alt tað góða, sum Jesus fer at gera fyri okkum, varir um ævir.

  • Esaias 11:2-4

    Jesus fær gjørt nógv meira fyri okkum, enn nakar stjórnarleiðari á jørðini er førur fyri. Hann hevur størri vald enn allir stjórnarleiðarar á jørðini til samans. Hann er rættvísur og vísir samkenslu.

3. GUDS RÍKI SYRGIR FYRI, AT GUDS VILJI VERÐUR FRAMDUR

„Gud Himmalsins [skal] grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði.“ – Dániel 2:44

Hvat hevur Guds ríki longu gjørt? Hvat fer tað at gera í framtíðini?

  • Opinberingin 12:7-12

    Eftir at Jesus varð settur sum kongur í 1914, kastaði hann Satan út úr himli og niður á jørðina. Tí er jørðin so full av trupulleikum, sorg og pínu.

  • Prædikarin 8:9; Opinberingin 16:16

    Í Harmageddon fer Guds ríki at beina fyri øllum teimum óndu og spiltu stjórnunum á jørðini.

  • Sálmur 37:10

    Tey, sum halda fram at gera tað, sum er ónt, verða fyribeind.

  • Opinberingin 22:1-3

    Tá ið Guds ríki stjórnar jørðini, verður eingin sjúka ella deyði, og øll menniskju æra Guds navn.