Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

7. Verulig vón fyri tey, sum eru deyð

7. Verulig vón fyri tey, sum eru deyð

1. JEHOVA BEINIR FYRI DEYÐANUM

„Hin síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur, er deyðin.“ – 1. Korintbræv 15:26

Hvørja troyst fáa vit í Bíbliuni, tá ið onkur doyr?

  • 2. Korintbræv 1:3, 4

    Tá ið onkur í familjuni ella ein góður vinur doyr, føla vit okkum kanska hjálparleys. Bíblian gevur okkum sanna troyst.

  • Esaias 25:8; 26:19

    Jehova hevur vald at beina fyri deyðanum um ævir. Hann fer enntá at geva teimum, sum longu eru deyð, lívið aftur.

2. VIT KUNNU TRÚGVA Á UPPREISNINA

„Genta, Eg sigi tær: Reis teg upp!“ – Markus 5:41

Hví kunnu vit trúgva á uppreisnina?

  • Jóhannes 11:1-44

    Jesus reisti Lazarus upp frá deyðum.

  • Markus 5:22-24, 35-42

    Jesus reisti eina lítla gentu upp frá deyðum.

  • Jóhannes 11:41, 42

    Jesus var førur fyri at reisa upp deyð, tí Jehova hevði givið honum vald at gera tað.

  • Jóhannes 12:9-11

    Nógv vóru hjástødd, tá ið Jesus reisti upp deyð. Sjálvt hansara fíggindar vistu, at hann var førur fyri tí.

3. JEHOVA FER AT GEVA MILLIARDUM LÍVIÐ AFTUR

„Tú skuldi tá rópt, og eg skuldi svarað, Tær skuldi longst eftir handaverki Tínum.“ – Job 14:13-15

Hvørji fáa lívið aftur?

  • Jóhannes 5:28, 29

    Øll, sum Jehova goymir í sínum minni, koma at liva aftur.

  • Ápostlasøgan 24:15

    Rættvís og órættvís fáa lívið aftur.

  • Esaias 40:26

    Jehova minnist navnið á hvørji einstakari stjørnu, og tí minnist hann akkurát sum einki alt um tey, sum hann fer at reisa upp aftur til lívið.

4. NØKUR MENNISKJU VERÐA REIST UPP TIL LÍV Í HIMLI

„Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar.“ – Jóhannes 14:2

Hvørji verða reist upp til lív í himli?

  • 1. Pætursbræv 3:18

    Jesus var tann fyrsti, sum varð reistur upp til lív í himli.

  • Lukas 12:32

    Jesus segði, at bara nakrir fáir av hansara lærisveinum skuldu verða reistir upp til lív í himli.

  • Opinberingin 14:1

    Jehova hevur valt at geva 144.000 lív í himli.