Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

6. Hvar eru tey deyðu?

6. Hvar eru tey deyðu?

1. TÁ IÐ ONKUR DOYR, HELDUR HANN UPPAT AT LIVA

„Hini deyðu vita einki.“ – Prædikarin 9:5

Hvat hendir við okkum, tá ið vit doyggja?

  • Sálmur 146:3, 4; Prædikarin 9:6, 10

    Tá ið vit doyggja, eru vit hvørki før fyri at síggja, hoyra ella hugsa.

  • Jóhannes 11:11-14

    Jesus samanbar deyðan við tað at sova.

2. JEHOVA ÆTLAÐI ONGANTÍÐ, AT MENNISKJUNI SKULDU DOYGGJA

„Av trænum til kunnskap um gott og ilt ... mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“ – 1. Mósebók 2:17

Hví doyggja vit?

  • 1. Mósebók 3:1-6

    Satan leyg, tá ið hann segði, hvat skuldi henda við Evu, um hon ikki aktaði Guds boð. Tá ið Ádam og Eva vóru ólýðin móti Jehova, syndaðu tey og doyðu at enda.

  • 1. Mósebók 3:19

    Tá ið Ádam var deyður, var hann ikki longur til.

  • Rómbrævið 5:12

    Syndin er sum ein ræðulig sjúka, sum vit hava arvað frá okkara fyrstu foreldrum. Vit eru øll fødd sum syndarar, og tað er tí, vit doyggja.

  • 1. Korintbræv 15:26

    Bíblian rópar deyðan ein fígginda.

3. SANNLEIKIN UM DEYÐAN FRÍAR OKKUM

„Táið maður doyr, livnar hann tá upp aftur! – Tá skuldi eg bíðað, ... inntil eg varð avloystur.“ – Job 14:14

Hvørjum skeivum hugsanum sleppa vit undan, tá ið vit vita sannleikan um deyðan?

  • 1. Jóhannesarbræv 4:8

    Læran um eitt brennandi helviti er ein háðan móti Jehova. Hann hevði ongantíð loyvt, at fólk vórðu pínd á henda hátt.

  • Opinberingin 4:11

    Nógv eru so bangin fyri teimum deyðu, at tey tilbiðja tey í staðin fyri Jehova. Men Jehova er hin sanni Gud, og vit eiga bara at tilbiðja hann.