Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

5. Endurloysingin – størsta gáva Guds

5. Endurloysingin – størsta gáva Guds

1. VIT HAVA ØLL BRÚK FYRI LOYSIGJALDINUM

„Menniskjasonurin ... er komin at ... geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“ – Matteus 20:28

Hví hava vit brúk fyri loysigjaldinum?

  • 1. Mósebók 3:17-19

    Tá ið Ádam var Gudi ólýðin, misti hann sítt góða vinalag við Jehova, sítt fullkomna lív og sítt heim í paradísinum.

  • Rómbrævið 5:12

    Orsakað av tí Ádam gjørdi, hava vit arvað synd og deyða.

  • Efesusbrævið 1:7

    Við loysigjaldinum bjargar Jehova menniskjum undan synd og deyða.

2. JEHOVA FEKK LOYSIGJALDIÐ TIL VEGAR

„Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum.“ – 1. Jóhannesarbræv 4:9

Hvussu fekk Jehova loysigjaldið til vegar?

  • Sálmur 49:8, 9

    Eingin av okkum kundi nakrantíð rindað loysigjaldið fyri fullkomna lívið, sum Ádam misti.

  • Lukas 1:35

    Jehova sendi dýrabara son sín niður á jørðina at verða føddur sum eitt fullkomið menniskja.

  • Rómbrævið 3:23, 24; Hebrearabrævið 9:24

    Eftir uppreisn sína fór Jesus aftur til himmals at geva Jehova virðið á sínum fullkomna lívi sum loysigjald.

3. LOYSIGJALDIÐ GEVUR OKKUM SANNA VÓN

„Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur.“ – Opinberingin 21:4

Hvussu kann loysigjaldið gagna okkum?

  • 1. Jóhannesarbræv 1:8, 9

    Vit kunnu fáa fyrigeving fyri okkara syndir.

  • Hebrearabrævið 9:13, 14

    Vit kunnu hava reina samvitsku fyri Gudi.

  • Rómbrævið 6:23

    Vit fáa vón um ævigt lív.

  • Galatiabrævið 2:20

    Loysigjaldið vísir, at Jehova og Jesus eru sera góðir við okkum.

4. VIT MUGU TAKA ÍMÓTI LOYSIGJALDINUM

„Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ... hava ævigt lív.“ – Jóhannes 3:16

Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri loysigjaldið?

  • Jóhannes 17:3

    Vit mugu læra Jehova og Jesus at kenna og taka eftir teimum.

  • Lukas 22:19

    Vit mugu á hvørjum ári koma á minningarhøgtíðina um Jesu deyða.

  • Jóhannes 3:36; Jákupsbrævið 2:26

    Vit skulu ikki bert siga, at vit trúgva á Jesus. Vit mugu gera tað, sum hann hevur lært okkum.