1. JESUS ER MESSIAS

„Tú ert Kristus.“ – Matteus 16:16

Hvussu vita vit, at Jesus er Messias?

2. JESUS VAR EIN EINGIL, ÁÐRENN HANN KOM NIÐUR Á JØRÐINA

„Eg eri komin niður av Himli.“ – Jóhannes 6:38

Hvat gjørdi Jesus í himli?

  • Kolossebrævið 1:15, 16

    Jehova skapti fyrst Jesus, og síðani læt hann Jesus vera við til at skapa alt annað. Jesus fekk upplæring frá faðir sínum í milliardir av árum.

  • Lukas 1:30-35

    Jehova sendi Jesus niður á jørðina.

3. JESUS ELSKAR MENNISKJU

„Latið hini smáu børn koma til Mín.“ – Markus 10:14

Hvørjar eginleikar hjá Jesusi dámar tær væl?

4. JESUS GER ALTÍÐ TAÐ, SUM GUD VIL

’Eg havi fullført verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera.’ – Jóhannes 17:4

Hvussu kann tað at hava Jesus sum fyrimynd hjálpa okkum at vera trúføst?