Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

3. Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?

3. Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?

1. GUD HEVÐI EINA ÆTLAN, TÁ IÐ HANN SKAPTI OKKUM

„Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ – Sálmur 37:29

Hvørja ætlan hevur Gud við menniskjunum?

  • 1. Mósebók 1:28

    Gud vildi, at menniskjuni skuldu gera jørðina til eitt paradís og taka sær av djórunum.

  • Esaias 46:9-11; 55:11

    Gud ger tað, sum hann ætlar sær, og einki kann steðga honum.

2. HVÍ ER LÍVIÐ TORFØRT?

„Allur heimurin liggur í hinum illa.“ – 1. Jóhannesarbræv 5:19

Hvør stjórnar heiminum?

  • Jóhannes 12:31

    Jesus segði, at tað er Satan, sum stjórnar heiminum.

  • Jákupsbrævið 1:13-15

    Satan vildi hava nakað, sum hann ikki átti.

  • 1. Mósebók 2:17; 3:1-6

    Satan villleiddi Evu. Ádam og Eva aktaðu ikki Gud, og seinni doyðu bæði tvey.

  • Rómbrævið 3:23; 5:12

    Vit doyggja, tí vit hava arvað syndina frá Ádami.

  • 2. Korintbræv 4:3, 4

    Satan villleiðir fólk.

3. GUDS RÍKI LOYSIR TRUPULLEIKAN

„Komi ríki Títt! Verði vilji Tín ... á jørðini.“ – Matteus 6:10

Hvat fer Jehova at gera?

  • Dániel 2:44

    Stjórnin hjá Gudi kemur í staðin fyri allar stjórnirnar í heiminum.

  • Opinberingin 16:14-16

    Gud fer at oyðileggja henda ónda heimin í Harmageddon.

  • Esaias 9:6, 7

    Jehova hevur valt Jesus til kong í síni himmalsku stjórn. Jesus fer at stjórna jørðini.

4. GUDS RÍKI FER AT GERA JØRÐINA TIL EITT PARADÍS

„Tú letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær.“ – Sálmur 145:16

Hvat fer Guds ríki at gera fyri okkum?

  • Sálmur 46:10

    Hvørki kríggj, brotsverk ella harðskapur vera til longur.

  • Esaias 32:18; 65:21-24

    Í nýggja heiminum fara øll at eiga vøkur hús og vakrar urtagarðar og liva friðarliga saman.

  • Sálmur 72:16

    Matur verður í yvirflóð.

  • Esaias 11:6-9

    Friður verður millum menniskju og djór.

  • Esaias 33:24; Ápostlasøgan 24:15

    Eingin verður sjúkur, og tey deyðu fáa lívið aftur.