Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

2. Bíblian – ein bók frá Gudi

2. Bíblian – ein bók frá Gudi

1. GUD HEVUR GIVIÐ OKKUM BÍBLIUNA

„Øll skriftin er innblást av Gudi.“ – 2. Timoteusarbræv 3:16

Á hvønn hátt er Bíblian øðrvísi enn allar aðrar bøkur?

Bíblian er umsett til umleið 2.600 mál og prentað í milliardum av eintøkum.

Hon fortelur okkum nakað, sum vit ikki fáa at vita aðrastaðni.

  • 1. Tessalonikabræv 2:13

    Gud er høvundur Bíbliunnar.

  • 2. Pætursbræv 1:21

    Gud læt menn seta orð á sínar tankar.

2. BÍBLIAN ER EIN BÓK, SUM BOÐAR FRÁ FRAMTÍÐINI

’Gud lýgur ikki.’ – Titusarbrævið 1:2

Hví kanst tú líta á Bíbliuna?

  • Esaias 44:27 – 45:2

    Fleiri hundrað ár frammanundan boðaði Bíblian frá, hvussu býurin Bábylon skuldi verða hertikin.

  • 2. Timoteusarbræv 3:1-5

    Nakað av tí, sum Bíblian hevur boðað frá, gongur út nú.

  • 4. Mósebók 23:19

    Vit kunnu líta á tað, sum Bíblian sigur um framtíðina.

3. BÍBLIAN KANN HJÁLPA TÆR

„Eg eri HARRIN Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn.“ – Esaias 48:17

Hvat hevur tú lært um Bíbliuna?

  • Job 26:7; Esaias 40:22, Dahl/Viderø

    Bíblian er nágreinilig, tá ið hon nevnir vísindalig evni.

  • 4. Mósebók 20:2-12

    Teir, sum skrivaðu Bíbliuna, vóru ærligir.

  • Matteus 5-7

    Jesus segði okkum, hvussu vit kunnu blíva lukkulig, hvussu vit kunnu hava tað gott saman við øðrum, hvussu vit skulu biðja, og hvørja áskoðan vit eiga at hava á pengar.

4. BÍBLIAN KANN GEVA TÆR EITT BETRI LÍV

„Orð Guds er livandi og hevur kraft.“ – Hebrearabrævið 4:12

Hvussu kann Guds orð hjálpa tær?

  • Tað kann hjálpa tær at skilja Guds ætlan.

  • Tað kann hjálpa tær at læra teg sjálvan betur at kenna.

  • Tað kann hjálpa tær at skilja, hvat Gud væntar av tær.

Gud vil, at tú skalt lesa, kanna og elska Bíbliuna.