Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

19. Halt teg í kærleika Guds

19. Halt teg í kærleika Guds

1. JEHOVA ELSKAR TEG

„Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“ – Jóhannes 3:16

Hvussu vísir Gud, at hann elskar teg?

  • Sálmur 91:2

    Jehova er sum eitt skjól. Hann kann hjálpa okkum, tá ið vit hava trupulleikar.

  • Sálmur 37:29

    Hann hevur givið okkum eina frálíka framtíðarvón.

  • 1. Timoteusarbræv 6:12, 19

    Gud gevur okkum ævigt lív í einum paradísi, har alt verður gott. Tá kunnu vit gleðast um frið, lukku og góða heilsu.

2. JEHOVA VIL, AT TÚ SKALT ELSKA HANN

„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.“ – Matteus 22:37

Hvat fært tú hug at gera, tá ið tú veitst, at Gud elskar teg?

  • Lukas 17:12-17

    Takka Gudi fyri alt, sum hann hevur gjørt fyri teg.

  • Matteus 7:16-20

    Ger hvønn dag tað, sum Gud vil, so vísir tú, at tú elskar hann.

  • 1. Jóhannesarbræv 5:3

    Halt Guds boð.

  • 1. Timoteusarbræv 6:18

    Ver raskur at hjálpa øðrum.

3. HALT FRAM AT ELSKA JEHOVA

„Haldið tykkum ... í kærleika Guds.“ – Judasarbrævið 21

Hvat kann hjálpa tær at varðveita tætta sambandið við Jehova?

  • 1. Tessalonikabræv 5:17

    Bið ofta.

  • Matteus 28:19, 20; 2. Timoteusarbræv 4:2

    Royn altíð at fortelja øðrum um Guds ríki.

  • Orðtøkini 2:1-5

    Halt fram at læra um Jehova.

  • Hebrearabrævið 10:24, 25

    Kom á møtini. Tínir trúarfelagar hjálpa tær at fáa enn tættari samband við Jehova.