Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

18. Dópurin og títt samband við Gud

18. Dópurin og títt samband við Gud

1. SKAL EG LATA MEG DOYPA?

„Hygg, her er vatn – hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?“ – Ápostlasøgan 8:36

Hví skalt tú lata teg doypa, og hvussu?

Við dópinum vísir tú, at tú ikki longur livir, sum tú plagdi, men ert farin at liva soleiðis, sum Gud vil hava teg at liva.

  • Matteus 28:19, 20

    Tú mást lata teg doypa, um tú vilt tæna Jehova.

  • Sálmur 40:9

    Við dópinum vísir tú øðrum, at tú vilt tæna Gudi.

  • Matteus 3:16

    Tú mást undir vatn, allur sum tú ert, soleiðis sum Jesus eisini bleiv doyptur.

2. JEHOVA VÆNTAR ONGANTÍÐ OV NÓGV AV TÆR

„Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.“ – 1. Jóhannesarbræv 5:3

Hví skalt tú ikki vera bangin fyri at víga títt lív til Jehova?

  • Sálmur 103:14; Esaias 41:10

    Tú skalt ikki vera fullkomin fyri at víga títt lív til Jehova. Hann hjálpir tær at gera tað, sum er rætt.

  • Kolossebrævið 1:10

    At elska Jehova hjálpir tær at vinna á óttanum fyri at særa hann.

3. ÁÐRENN TÚ VERÐUR DOYPTUR

„At gera vilja Tín, Gud Mín, er gleði Mín, lóg Tín er Mær í hjarta!“ – Sálmur 40:9

Hvat skalt tú gera, um tú vilt víga títt lív til Jehova?

  • Jóhannes 17:3

    TÚ MÁST KANNA GUDS ORÐ

    Lær Jehova og Jesus at kenna. Jú meira tú fært at vita um teir, meira fert tú at elska teir.

  • Hebrearabrævið 11:6

    TÚ MÁST STYRKJA TRÚNNA

    Lít fult og fast á lyftini frá Gudi og á, at Jesu offur kann bjarga okkum undan synd og deyða.

  • Ápostlasøgan 3:19

    TÚ MÁST ANGRA SKEIVAN ATBURÐ

    Tað vil siga, at tú ert sera keddur um tað skeiva, sum tú hevur gjørt.

    TÚ MÁST VENDA VIÐ

    Tað vil siga, at tú í staðin fyri at gera tað, sum er skeivt, gert tað, sum er rætt.

  • 1. Pætursbræv 4:2

    TÚ MÁST VÍGA TÍTT LÍV TIL JEHOVA

    Tú vígir títt lív til Jehova, tá ið tú í bøn lovar at tæna honum, so hann verður tað týdningarmesta í tínum lívi.