Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

17. Halt teg nær til Gud í bøn

17. Halt teg nær til Gud í bøn

1. JEHOVA VIL FEGIN LURTA EFTIR OKKARA BØNUM

„Nær er HARRIN øllum, ið á Hann kalla, øllum, ið kalla á Hann av sonnum.“ – Sálmur 145:18

Hvat skulu vit gera, um Jehova skal lurta eftir okkara bønum?

  • Hebrearabrævið 11:6

    Vit mugu trúgva á hann.

  • Sálmur 138:6

    Vit mugu vera eyðmjúk og vísa virðing.

  • Jákupsbrævið 2:26

    Vit mugu liva í samsvari við okkara bønir.

  • Matteus 6:7, 8

    Vit mugu biðja av hjarta. Vit eiga ikki at siga tað sama umaftur og umaftur.

  • Esaias 1:15

    Vit mugu fylgja Guds boðum.

2. VANLIGIR SPURNINGAR UM BØN

  • Hvønn skulu vit biðja til?

    Matteus 6:9; Jóhannes 14:6

  • Skulu vit hava eina ávísa kropsstøðu, tá ið vit biðja?

    Nehemias 8:5, 6; Dániel 6:11; Markus 11:25

  • Hoyrir Jehova tær bønirnar, vit biðja innantanna?

    Nehemias 2:1-6

  • Hvussu langar eiga okkara bønir at vera?

    1. Sámuelsbók 1:12, 15; Lukas 20:46, 47

  • Hvussu ofta eiga vit at biðja?

    Rómbrævið 12:12; 1. Tessalonikabræv 5:17

  • Hví siga vit „amen“, tá ið vit enda eina bøn?

    1. Krønikubók 16:36; 1. Korintbræv 14:16

3. HVAT KUNNU VIT BIÐJA UM?

„Biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.“ – 1. Jóhannesarbræv 5:14

Hvat kunnu vit millum annað biðja um?

  • Matteus 6:9, 10

    Vit kunnu biðja um, at Guds ætlan skal gerast veruleiki.

  • 1. Krønikubók 29:10-13

    Vit kunnu siga takk.

  • Matteus 6:11-13

    Vit kunnu biðja Jehova geva okkum tað, vit hava brúk fyri, og siga honum frá okkara stúranum.

  • Lukas 11:13

    Vit kunnu biðja um at fáa heilagan anda.

  • Jákupsbrævið 1:5

    Vit kunnu biðja um vísdóm til at taka góðar avgerðir.

  • Filippibrævið 4:13

    Vit kunnu biðja um styrki til at halda út.

  • Efesusbrævið 1:3, 7

    Vit kunnu biðja um fyrigeving fyri okkara syndir.

  • Ápostlasøgan 12:5

    Vit kunnu biðja fyri øðrum.

4. JEHOVA SVARAR OKKARA BØNUM

„Tú, sum hoyrir bønir, til Tín kemur alt hold.“ – Sálmur 65:3

Hvussu svarar Jehova okkara bønum?

  • Orðtøkini 12:25; Opinberingin 14:6

    Jehova brúkar millum annað einglar og menniskju at hjálpa okkum.

  • 2. Korintbræv 4:7

    Hann hjálpir okkum við sínum heilaga anda.

  • Filippibrævið 4:6, 7, 13

    Hann gevur okkum tann frið og ta styrki, sum skal til fyri at halda út.

  • Galatiabrævið 6:1; 2. Timoteusarbræv 3:16, 17

    Hann gevur okkum vísdóm, tá ið vit lesa í Bíbliuni og halda okkum nær til samkomuna.