Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

16. Tak støðu fyri sannari tilbiðing

16. Tak støðu fyri sannari tilbiðing

1. TILBIÐ IKKI FALSKAR GUDAR

„Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum, ... og nemið einki óreint!“ – 2. Korintbræv 6:17

Hví er tað skeivt at tilbiðja myndir og forfedrar?

  • 2. Mósebók 20:4, 5; 1. Jóhannesarbræv 5:21

    Jehova vil ikki hava, at vit brúka myndir í okkara tilbiðing.

  • 5. Mósebók 18:10-12

    Tey, sum tosa við tey deyðu, tosa í veruleikanum við illar andar.

2. GUDI DÁMAR IKKI ØLL SLØG AV HÁTÍÐARHALDI

„Rannsakið, hvat Harranum toknast!“ – Efesusbrævið 5:10

Hvussu kanst tú gera av, um tú skalt taka lut í einum hátíðarhaldi?

  • Ezekiel 44:23; 2. Korintbræv 6:14, 15

    Finn út av, um upprunin er heiðin.

  • 2. Mósebók 32:2-10

    Hóast tey, sum bjóða til eitt hátíðarhald, bara hava gott í huga, kann tað vera, at Gudi ikki dámar tað.

  • Dániel 3:1-27

    Tak ikki lut í hátíðarhaldi, sum hálovar menniskjum, samskipanum ella tjóðarímyndum.

  • 1. Timoteusarbræv 1:18, 19

    Brúka títt vit og skil, og hav altíð góða samvitsku fyri Jehova Gudi.

3. VER BLÍÐUR, TÁ IÐ TÚ SIGUR ØÐRUM FRÁ TÍNARI TRÚGV

„Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!“ – Kolossebrævið 4:6

Hvussu eigur tú at siga øðrum frá tínari trúgv?

  • Matteus 7:12

    Vís virðing fyri avgerðunum hjá øðrum, eins og tú vilt, at tey skulu virða tínar avgerðir.

  • 2. Timoteusarbræv 2:24

    Ver altíð blíður, og lat tað ikki enda við einum kjaki, tá ið tú tosar við onnur um tína trúgv.

  • 1. Pætursbræv 3:15

    Ver mildur og vís virðing, tá ið tú verjir tína trúgv.

  • Hebrearabrævið 10:24, 25

    Á okkara møtum lærir tú, hvat tú kanst siga, tá ið onkur sáar iva um tína trúgv.