Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

15. Tilbiðingin, sum Gud góðkennir

15. Tilbiðingin, sum Gud góðkennir

1. HVUSSU FINNUR TÚ SONNU TRÚNNA?

„Portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.“ – Matteus 7:14

Hvussu vita vit, at Gudi ikki dámar øll sløg av tilbiðing?

  • Matteus 7:21-23

    Gud góðtekur ikki allan átrúnað. Guds vilji verður ikki framdur í øllum átrúnaðum.

  • Matteus 7:13, 14

    Sonn tilbiðing førir til ævigt lív, følsk tilbiðing til æviga burturbeining.

  • Matteus 7:16, 17

    Tað sæst á verkunum, um fólk tilbiðja Gud á rættan hátt. Tað er ikki neyðugt at kanna allan átrúnað, men bara tað, sum Bíblian lærir.

2. RÆTTI MÁTIN AT TILBIÐJA GUD

  • 1. Tessalonikabræv 2:13; 2. Timoteusarbræv 3:16, 17

    Vit mugu bara trúgva tí, sum stendur í Bíbliuni, og bara læra onnur tað, sum hon sigur.

  • Matteus 4:10; Jóhannes 17:6

    Tilbið Jehova, og brúka hansara navn.

  • Jóhannes 13:35

    Vís øðrum kærleika.

  • Jóhannes 3:36; Ápostlasøgan 4:12

    Akta Jesus. Tað er við Jesusi, at Gud bjargar okkum.

  • Jóhannes 18:36; Ápostlasøgan 5:29

    Blanda teg ikki upp í politikk.

  • Matteus 24:14; 6:10

    Lær onnur, at Guds ríki er tað einasta, sum kann loysa okkara trupulleikar.

3. TÚ MÁST FYLGJA TÍ, SUM TÚ HEVUR LÆRT

Hvat mást tú gera, um tú vilt, at Gud skal góðtaka tína tilbiðing?

  • Jákupsbrævið 2:19

    Tað er ikki nóg mikið bara at trúgva á Gud. Tú mást fylgja tí, sum hann sigur í Bíbliuni.

  • Esaias 52:11; Opinberingin 17:5

    Falskur átrúnaður, ella „Bábylon hin stóra“, lærir fólk at tilbiðja Gud á ein hátt, sum honum ikki dámar. Falskar trúarlærur fevna millum annað um tríeindarlæruna, at sálin er ódeyðilig og eitt brennandi helviti.

  • Opinberingin 18:4, 8

    Skjótt fer Jehova at beina fyri øllum følskum átrúnaði. Tú mást vísa alt frá tær, sum hevur við falskan átrúnað at gera.

  • Markus 10:28-30

    Tú verður kanska fyri mótstøðu, men Jehova svíkur teg ongantíð.