Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

13. Lívið – sum Gud metir tað

13. Lívið – sum Gud metir tað

1. LÍVIÐ ER EIN GÁVA, SUM VIT MUGU VIRÐA

„Hjá Tær er kelda lívsins.“ – Sálmur 36:10

Hvussu vísa vit, at vit virða lívið?

  • Ápostlasøgan 17:28; Opinberingin 4:11

    Lívið er ein gáva frá Jehova, og vit eiga at ansa væl eftir tí.

  • 2. Mósebók 21:22, 23, NW; 5. Mósebók 5:17

    Tað er skeivt at fremja morð og fosturtøku.

  • 1. Jóhannesarbræv 3:11, 12, 15

    Tað er skeivt at hata.

  • 2. Korintbræv 7:1

    Vit mugu ikki hava skaðiligar vanar, eitt nú at roykja ella taka rúsevni.

  • Sálmur 11:5

    Vit mugu sleppa okkum undan øllum undirhaldi og ítrótti, sum fremur harðskap.

2. LÍVIÐ OG BLÓÐIÐ

„Tí blóðið er sálin í øllum kjøti – sálin er í tí.“ – 3. Mósebók 17:14

Hvussu metir Gud lívið og blóðið?

  • 1. Mósebók 4:10; 5. Mósebók 12:23

    Blóð umboðar lív.

  • 1. Mósebók 9:3, 4

    Vit kunnu eta kjøt, men ikki blóð.

  • Ápostlasøgan 15:28, 29; 21:25

    Boðini frá Gudi um at halda seg frá blóði fevna eisini um blóð, sum læknar geva sjúklingum.

  • Hebrearabrævið 11:6

    Einki í lívinum hevur størri týdning enn okkara góða samband við Jehova.

3. HVUSSU HEVUR JEHOVA FYRR LOYVT, AT BLÓÐ VARÐ BRÚKT?

„Blóð Jesusar ... reinsar okkum frá allari synd.“ – 1. Jóhannesarbræv 1:7

Hvat bleiv møguligt, tá ið Jesus ofraði sítt lív?

  • 3. Mósebók 17:11

    Tá ið ísraelsmenn í forðum syndaðu, kundu teir biðja Jehova fyrigeva sær, um teir ofraðu eitt djór og bóðu prestin sletta nakað av blóðinum á altarið.

  • Matteus 20:28; Hebrearabrævið 9:11-14

    Tá ið Jesus kom niður á jørðina og ofraði sítt lív, ella blóð, so vit kundu fáa okkara syndir fyrigivnar, var ikki longur neyðugt at ofra djór.

  • Jóhannes 3:16

    Jesu lív var so dýrabart, at Jehova, eftir at hava reist hann upp til lív í himli, gav øllum, sum trúgva á Jesus, møguleika at liva um ævir.