1. TEY, SUM ERU VINIR VIÐ JEHOVA, AKTA HANN

„Hoyrið rødd Mína! So skal Eg vera Gud tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt.“ – Jeremias 7:23

Ber tað til at gerast vinur við Gud?

2. JOB VAR VINUR VIÐ JEHOVA, OG HANN VAR TRÚFASTUR

„Í øllum hesum syndaði Job ikki, og hann lastaði ikki Gud fyri tað, ið hent hann hevði.“ – Job 1:22

Hvussu gjørdi Satan seg inn á Job, og hvat gjørdi Job?

  • Job 1:10, 11

    Satan segði, at Job bara hugsaði um seg sjálvan, og at hann ikki elskaði Gud.

  • Job 1:12-19; 2:7

    Jehova gav Satani loyvi at taka alt frá Job, og Satan sló enntá Job við eini ræðuligari sjúku.

  • Job 27:5

    Job visti ikki, hví hann mátti líða so nógv, men hann varð verandi trúfastur.

3. SATAN ROYNIR AT FÁA TEG AT VENDA JEHOVA BAKIÐ

„Alt, ið maður eigur, letur hann fyri lív sítt.“ – Job 2:4

Hvussu roynir Satan at oyðileggja okkara vinalag við Jehova?

4. VIT AKTA JEHOVA, TÍ VIT ELSKA HANN

„Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara.“ – 1. Jóhannesarbræv 5:3

Hvussu verður tú vinur við Jehova?