Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

11. Hví loyvir Gud líðingar?

11. Hví loyvir Gud líðingar?

1. JEHOVA ER IKKI ATVOLD TIL NAKRA LÍÐING

„Gud ger vissuliga einki, sum er órættur, hin Alvaldi boyggir ikki rættin!“ – Job 34:12

Hví eru so nógvar líðingar í heiminum?

  • 1. Jóhannesarbræv 5:19

    Satan Djevulin stjórnar heiminum.

  • Prædikarin 8:9

    Menniskju volda hvørjum øðrum skaða.

  • Prædikarin 9:11

    Viðhvørt líða vit, tí vit eru á skeivum stað til skeiva tíð.

  • 1. Pætursbræv 5:7

    Jehova elskar okkum, og honum dámar als ikki, at vit líða.

2. SATAN SETTI SPURNING VIÐ RÆTTIN HJÁ JEHOVA AT STJÓRNA

„Gud veit, at ... eygu tykkara [verða] latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt.“ – 1. Mósebók 3:5

Hví beindi Jehova ikki fyri Satani beinanvegin?

  • 1. Mósebók 3:2-5

    Satan segði, at Gud var ein vánaligur stjórnari. Satan vildi hava menniskjuni at halda, at tey høvdu rætt til sjálv at velja, hvat var rætt ella skeivt. Gud læt tíðina ganga, soleiðis at tað gjørdist týðiligt, at Satan leyg.

  • Job 1:6

    Tá ið Satan setti spurning við rættin hjá Jehova at stjórna, vóru milliónir av einglum hjástaddir.

3. ROYNDIN HJÁ SATANI MISEYDNAÐIST

„Tað er ikki í valdi hjá gangandi manni at stýra fetum sínum.“ – Jeremias 10:23, Dahl/Viderø

Hví hava líðingarnar vart so leingi?

  • Esaias 55:9

    Nógvar ymiskar stjórnarskipanir hava verið, men menniskjuni eru ikki før fyri at stjórna jørðini uttan Gud.

  • 2. Pætursbræv 3:9, 10

    Jehova er tolin og hevur latið tíðina ganga, so vit hava møguleika at læra hann at kenna og velja hann sum okkara stjórnara.

  • 1. Jóhannesarbræv 3:8

    Jehova fer at lata Jesus bøta allan skaðan, sum Satan hevur gjørt.

4. TÆN JEHOVA AV FRÍUM VILJA

„Ver vísur, sonur mín, ... so eg fái svarað teimum, ið háða meg.“ – Orðtøkini 27:11

Hví noyðir Jehova okkum ikki at tæna sær?

  • 5. Mósebók 30:19

    Jehova hevur givið okkum ein frían vilja. Vit kunnu velja, um vit vilja tæna honum ella ikki.

  • Matteus 22:37, 38

    Jehova vil, at vit skulu tæna honum, tí vit elska hann.