Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Samandráttir úr Hvat kann Bíblian læra okkum?

10. Hvussu kunnu andaskapningar ávirka okkum?

10. Hvussu kunnu andaskapningar ávirka okkum?

1. EINGLARNIR HOYRA TIL GUDS FAMILJU

„Lovið HARRANUM, tit einglar Hansara, tit veldigu í mátti.“ – Sálmur 103:20

Hvat vita vit um einglarnar?

  • Job 38:4-7

    Jehova skapti einglarnar, áðrenn hann skapti jørðina.

  • Opinberingin 5:11

    Milliónatals einglar eru til.

  • 1. Pætursbræv 1:11, 12

    Einglar hava altíð havt hug at vita, hvørja ætlan Jehova hevur við jørðini.

  • Lukas 15:10

    Einglarnir hugsa nógv um tey, sum tæna Gudi.

2. EINGLARNIR HJÁLPA GUDS TÆNARUM

„Eingil HARRANS tekur støðu rundan um tey, ið óttast Hann, og fríar tey út.“ – Sálmur 34:8

Hvussu vita vit, at einglar kunnu hjálpa okkum?

  • 1. Mósebók 19:15, 16; Dániel 6:23; Lukas 22:43; Ápostlasøgan 12:6-11

    Einglar hjálptu Lot, Dánieli, Jesusi og Pæturi.

  • Hebrearabrævið 1:7, 14

    Jehova brúkar sínar einglar til at hjálpa og ansa eftir sínum tænarum.

3. ÓNDIR EINGLAR ROYNA AT SKAÐA OKKUM

„Vit skulu ikki verða dáraðir av Satan; tí tað, sum hann hevur í huga, eru vit ikki ókunnigir við.“ – 2. Korintbræv 2:11

Hvørjir eru illu andarnir, og hví eru teir vandamiklir?

  • Opinberingin 12:9

    Ein eingil gjørdi uppreistur móti Jehova. Hann verður róptur Satan.

  • 1. Mósebók 6:2

    Tá ið Nóa livdi, gjørdu nakrir einglar uppreistur og komu niður á jørðina.

  • Matteus 9:34

    Hesir einglarnir fóru í part við Satani og gjørdust illir andar.

  • 5. Mósebók 18:10, 11

    Illu andarnir royna á allan hátt at lumpa og skaða fólk.

4. TÚ KANST STANDA ÍMÓTI SATANI OG ILLU ANDUNUM

„Standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum.“ – Jákupsbrævið 4:7

Hvussu fært tú hjálp frá Jehova til at standa ímóti Satani og illu andunum?

  • Ápostlasøgan 19:19

    Bein fyri øllum, sum hevur við gand, illar andar og tað yvirnatúrliga at gera, ella sum fær tílíkt at virka meinaleyst og spennandi.

  • Efesusbrævið 6:16, 18

    Fá sterkari trúgv við at kanna Bíbliuna, og bið Gud ansa eftir tær.

  • Orðtøkini 18:10

    Brúka Guds navn, Jehova.