1. HVØR ER GUD?

„Tú hevur skapt alt.“ – Opinberingin 4:11

Hvat lærir Bíblian okkum um Gud?

2. GUD HEVUR EITT NAVN

„HARRIN * ... er navn Mítt til ævigar tíðir.“ – 2. Mósebók 3:15

Hví hevur Guds navn týdning?

  • Sálmur 83:19

    Gud fortelur okkum, at hann eitur Jehova. „Gud“ og „Harrin“ eru ikki nøvn. Tey eru heiti líkasum „kongur“ og „løgmaður“. Jehova vil, at tú skalt brúka hansara navn.

  • 2. Mósebók 3:14

    Hansara navn merkir „Hann fær at verða“. Jehova hevur skapt alt, og tí ber tað til hjá honum at halda øll síni lyfti og at fullføra sína ætlan.

3. JEHOVA ELSKAR OKKUM

„Gud er kærleiki.“ – 1. Jóhannesarbræv 4:8

Hvønn týdning hevur Guds kærleiki fyri okkum?

4. GUD VÍSIR OKKUM UMSORGAN

„Kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ – 1. Pætursbræv 5:7

Hvussu veitst tú, at Gud veruliga hevur umsorgan fyri tær?

  • Sálmur 37:9-11

    Hann lovar at steðga líðing og at bøta allan skaða, sum ónd menniskju hava gjørt.

  • Jákupsbrævið 4:8

    Jehova vil, at tú skalt halda teg nær hjá honum.

  • Jóhannes 17:3

    Jú meira tú lærir um Gud, meira fert tú at elska hann.

^ par. 15 Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir ’Harrin’: „Navn hansara er Jahve.“